Tað er gott lag í leguni hjá sørvingum, sum eru til flogbóltsfinalu í ítróttarhøllini á Eiði.
SÍ menninir hava í dag vunnið FM heitið, og harvið eru teir greipuvinnarar.
Í steypafinaluni vunnu sørvingar 3-0 ímóti Mjølni. Síðsta leygardag vunnu teir fyrstu FM finaluna 3´-0 á heimavølli, og í dag hava teir vunnið 3-1 í ítróttarhøllini á Eiði.
Í síðsta setti var eingin ivi. Sí var greitt oman á alla tíðina, og sørvingar vunnu 25-11. Fyrsta settið vann SÍ 25-17, annað settið vunnu klaksvíkingar 25-20, triðja settið vann SÍ 25-21, og við trivaliga muninum 25-11 tryggjaði FM sær FM heitið.
Móttøkurnar hjá SÍ vóru sera góðar mesta partin av tíðini í dag. Tað bar við sær, at álopið riggaði heilt væl, og Mjølnir liðið var undir so mikið stórum trýsti, at tað bara var í øðrum setti, at tað eydnaðist Mjølni at seta SÍ undir trýst.
Hetta var fjórða ferðin, at SÍ menninir hava vunnið FM í flogbólti. Fyrsta FM heitið vunnu teir í 2005, og síðani hava teir vunnið í 2008, 2010 og so aftur í ár.
---
Tað er nógv, sum bendir á, at SÍ menninir í dag fara at tryggja sær FM heitið í flogbóltið.
Eftir trygga 3-0 sigurin á heimavølli fyri viku síðani spæla SÍ menninir í dag á Eiði ímóti Mjølni.
Fyrsta settið vann SÍ 25-17. Sørvingar løgdu sera bragdliga fyri, meðan fjáltur var á klaksvíkingum.
Mjølnir fótaði sær miðskeiðis í settinum, men so rann SÍ avstað, og sigurin var sannførandi.
Í øðrum setti hava teir í Mjølnir væl betri tak á spælinum, enn teir høvdu í fyrsta settinum, og tað eydnaðist Mjølni at vinna settið 25-20. Harvið er greitt, at dysturin í dag verður í hvussu so er fýra sett.
SÍ vann triðja sett 25-21 og er harvið á odda 2-1. Mjølnir var á odda 8-6, men so svaraði SÍ aftur, og Mjølnir menninir tóktust missa fokus. SÍ var frammanfyri restina av settinum við trimum og fýra stigum og vann 25-21.










