TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í sendingini "Sjóðteim", sum var á Rás2 fyrrapartin í dag.
SÍ vann 10 av 10 steypafinalum felagið var partur av, og Magnus Tausen hevur bert lovorð og hávirðing fyri tí sum sørvingar vísa í verki í føroyskum flogbólti.
Magnus Tausen staðfestir, at skalt tú vinna nakað í flogbólti, so mást tú vinna á SÍ.
Magnus Tausen er sera fegin fyri tær nógv bøttu umstøðurnar steypafinalurnar vóru avgreiddar í nú stórhøllin á Hálsi í Havn bjóðar nógv betri karmar. Magnus heldur, at talan er um besta steypafinaluvikuskiftið nakrantíð í føroyskum flogbólti.