SÍ er ein lítil favorittur í morgin

(SportBoxin) Magnus Tausen vitjaði SportBoxina til eitt prát um SÍ-ÍF og FM-finalurnar í komandi viku

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen.

 

Prátið snúði seg um alt avgerandi dystin í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og ÍF, sum verður í Sørvági í morgin. Vinnarin av tí dystinum møtir Fleyr í FM-finalunum, sum verða spældar skírisdag og páskaaftan í høllini á Hálsi í Havn.

 

Magnus Tausen metir SÍ verða ein lítlan favoritt í mun til heimavøll, og gongdini millum liðini fyrr í hesum kappingarárinum.

 

Formaðurin í FBF kom eisini við sínum boðum uppá ein møguligan vinnara av báðum FM-finalunum, sum verða Dráttur-KÍF, kvinnur og Fleyr ímóti SÍ ella ÍF hjá monnum.