Í alt 12 steypafinalur skulu avgreiðast um vikuskiftið í Stórhøllini á Hálsi í Havn. Spælt verður í nýggju karmunum, sum høllin nú hevur at bjóða.
Hæddarpunktið hetta finaluvikuskiftið eru sjálvandi finalurnar í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum, sum verða spældar leygardagin.
Klokkan 13.30 bresta menninir hjá SÍ og ÍF saman og beint aftan á spæla kvinnurnar hjá Fleyr og Drátti.
Finalurnar verða sjálvandi varpaðar á Rás 2, eins og at tær verða vístar í sjónvarpinum.
Men tað er ikki bara tey vaksnu sum skulu royna seg.
10 aðrar finalur skulu avgreiðast, so hetta setur høllina undir trýst, og tí er neyðugt at byrja fyrstu finaluna longu leygarmorgunin klokkan 09.00. Hildið verður áfram líka til klokkan umleið 21.30 sunnukvøldið, tá seinasta steypafinalan endar.
Seinasta vikuskiftið luttók H71 í 8 av 10 ungdómsfinalum og vann allar samlar. Komandi vikuskifti er SÍ annað liðið í 9 av teimum 10 ungdómsfinalunum. So er spurningurin, um felagið úr Vágum megnar at endurtakað bragdið hjá hoyvíkingum.
Fleur smæðist heldur ikki burtur og luttekur í seks finalum, Ternan í trimum og TB í tveimum.
Finaluvikuskiftið byrjar klokkan 09.00 við finaluni í b-bólkinum hjá gentum 14 millum Ternuna og SÍb. Klokkan 10 spæla dreingir 17 hjá SÍ og Fleyr og aftan á finalurnar í meistaradeildini, klokkan 18, spæla SÍ og Ternan í dreingir 12 ár.
Sunnudagin byrja finalurnar klokkan 13 við finaluni millum SÍ og Ternuna hjá gentum 12 ár. Klokkan 14.15 er finalan í a-bólkinum hjá G14 millum SÍ og TB. Klokkan 15.30 er finalan hjá gentum 16 millum Fleyr og SÍ, klokkan 16.45 spæla kvinnuunglingarnir hjá TB og Fleyr og klokkan 18 spæla SÍ og Fleyr hjá dreingjum 15.
Klokkan 19.15 spæla SÍ og Fleyr hjá gentum 19 og so endar kvøldið við finaluni hjá mansunglingum millum Fleyr og SÍ.
Flogbóltssamband Føroya skipar fyri beinleiðis stroyming frá øllum ungdóms-og barnafinalunum. Hvar hetta verður at síggja verður kunngjørt á heimasíðuni hjá flogbóltssambandinum, www.fbf.fo