Hesa ferðina vóru tað havnamenn úr Fram, ið máttu lúta fyri Sørvingum, ið rættuliga hava funnið stevið og hava átta stig fyri fimm dystir. Fýra stig fleiri enn ÍF, ið tó bert hevur spælt tveir dystir.
Hesu vórðu úrslitini í flogbólti í dag 18. november
Meistaradeild kvinnur:
SÍ-TB 3-0 (25-19, 25-13, 25-16)
KÍF-ÍF 1-3 (22-25, 17-25, 25-20, 17-25)
Meistaradeild menn:
SÍ-Fram 3-0 (25-22, 25-15, 25-21)
Í morgin 19. november eru fylgjandi dystir á skránni:
Meistaradeild kvinnur: ( Mjølnir-ÍF)
Meistara deild menn: ( Mjølnir-Fleyr)