SÍ eltir oddaliðini

SÍ tapti eitt stórt fet í oddastríðnum síðsta vikuskiftið, tá tær taptu í Trongisvági. Nú skulu tær royna at koma á føtur aftur í heimadystinum ímóti KÍF í meistaradeildini hjá kvinnum

Upptakt SÍ-KÍF:


Undan endaspælinum lógu fýra lið at alla púra jøvn í oddinum í bestu kvinnudeildini. Av hesum fýra liðunum var SÍ einasta liðið, sum tapti í fyrsta dystinum í endaspælinum. Tá møttu tær TB í Trongisvági.
Gongdin hjá sørvágskvinnum var annars avbera góð síðstu dystirnar í grundspælinum. Tær lógu allatíð nøkur stig aftanfyri hini trý oddaliðnum, men í síðstu trimum dystinum fingu tær fult, og sostatt var bara eitt stig á muni upp til ÍF og Drátt, tá endaspælið byrjaði.
Hjá KÍF hevur ikki hilnast so væl í ár. Tær liggja á fimta plássi, javnar við Mjølnir á aftasta plássi. Tær hava bara vunnið tveir dystir í ár, men tær hava verið líka við í fleiri umførum.
SÍ og KÍf hava leikt tveir dystir fyrr í ár. Í tí fyrra vann KÍf tryggan 3-0 sigur í Kollafirði. Hin dystin eydnaðist SÍ at vinna 3-2, og tí verður lagt upp til spennandi dyst leygardagin, har SÍ má metast at vera favorittur, men har KÍF heilt sikkurt hevur møguleikar at vinna.