Lagt var upp til eitt ordans oddabrak í Sørvági sunnudagin, tá ið tey bæði fremstu liðini í meistaradeildini hjá monnum, SÍ og Mjølnir hittust. Undan dystinum var SÍ eitt stig framman fyri føroyameistararnar úr Klaksvík.
Ikki eins javnt sum væntað
Í teimum báðum dystunum, sum liðini hava leikt móti hvørjum øðrum fyrr í hesum kappingarárinum, hevur tað gingið soleiðis, at liðini hava vunnið hvør sín við settúrslitinum 3-1.
Sunnudagin gjørdist als ikki talan um ein so spennandi dyst, sum fleiri annars høvdu væntað. Klaksvíkingar tóktust als ikki verða klárir til dystin, og kanska vóru tankarnir hjá teimum longu farnir at snúgva seg um steypafinaluna, ið teir skulu leika móti júst SÍ um tvær vikur.
Undir øllum umstøðum gjørdi heimaliðið bart í fyrsta settinum og smurdi Mjølnir av 25-8! Í næsta settinum beit Mjølnir eitt sindur meiri frá sær, men tað var als ikki nóg mikið móti væluppløgdu sørvingunum, ið vunnu settið 25-17. Í triðja settinum var eitt sindur meiri av spenningi í, men framvegis vóru tað vertirnir úr Sørvági, sum vóru omaná, og teir vunnu triðja settið 25-22, og harvið vunnu teir eisini dystin greitt 3-0 til stóra frøði fyri teir mongu sørvingarnar, ið høvdu leitað sær til dystin.
SÍ hevði annars fyrr í vikuni leikt ein útsettan dyst móti ÍF, sum teir vunnu greitt 3-0, og teir eru nú trý stig framman fyri Mjølnir á næstfremsta plássinum, og gullrámurin er av álvara farin at gera um seg í Sørvági.
SÍ-Mjølnir 3-0 (25-8, 25-17, 25-22)
ÍF-SÍ 0-3