Tað sást ikki nógv til, at SÍ er FM-finalistur í Eik-liguni hjá monnum, tá liðið í gjárkvøldið tók ímóti ÍF í Sørvági. Spælið hekk illa saman og tað tóktist, sum tóku menn ikki uppgávuna í nóg stórum álvara. Úrslitið var eisini hareftir, tí hóast SÍ vann dystin, gjørdist talan um ein alt annað enn sannførandi sigur.
ÍF var hinvegin til reiðar at vísa, at veiki innsatsurin mikukvøldið ímóti Mjølnir ikki skuldu endurtaka seg. Og meðan SÍ helt, at dysturin kundi vinnast av sær sjálvum, gjørdi ÍF bart í fyrsta settið og vann tað.
Fuglfirðingar vóru ídnir á gólvinum og fingu nógv uppaftur, og eisini lá væl fyri hjá teimum at blokka, meðan tað hinvegin restaði nógv í í álopsspælinum, sum eisini í undanfarnu dystunum hevur verið størsti trupulleikin – serliga, tí móttøkurnar ikki hava verið nóg góðar.
SÍ byrjaði við Raiko Petrovic uttanfyri, men tá hann kom inn í øðrum setti, bøtti tað munandi um slagkraftina, men flutti hinvegin ikki tann veruleika, at SÍ gjørdi munandi fleiri servufeilir enn vanligt og ongantíð veruliga kom í gongd. Sørvingar noyddust sostatt at stríðast við bæði seg sjálvan og fuglfirðingar, áðrenn 3-1 sigurin at enda varð fingin til høldar.