SÍ eigur helvtina av u17-liðnum

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið U 17 landsliðið, sum skal verða við í Evropeiskari kapping í Ikast í Danmark í døgunum 15. til 20. Oktober. Liðið fer av landinum sunnudagin við Atlantic Airways.

 

Hini londini í kappingini eru Danmark, Norra, Ongland, Svøríki, Finland, og Ísland.

 

Seks av teimum 11 leikarunum koma úr SÍ, tríggir úr Fleyr og ein hvør úr ÍF og Mjølnir.

 

Leikararnir eru:

Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ

Ragnar Weihe, SÍ

Hjørtur Joensen.

Jón Weihe Simonsen, SÍ

Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ

Dávið Hentze, Mjølnir

Áslakur Holm, ÍF

Hákun Weihe Heinason, Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr

Niklas Samuelsen, Fleyr

Julian Vest Niclasen, SÍ

 

Venjari: Rajko Petrovic

Hjálparvenjari: Hans Simonsen

 

Liðleiðari: Jónley Poulsen