Sendingin verður send klokkan 20.55 í kvøld, føroyska tíð. Longu nú ber til at síggja sendingina á heimasíðuni hjá DR.
TRÝST HER
Eitt danskt sjónvarpslið hevur verið í Føroyum og fylgt politiska flokkinum, Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis undir valstríðnum, og sjálvan valdagin. Í DR vóru tey áhugað í at hoyra søguna hjá lítla flokkinum, sum kom burturúr ongum, og sum ætlaði sær sæti á løgtingið.
Tá ið oddamenninir í flokkinum, Arnfinn á Birtuni og Hallur Hjallgrímson Djurhuus, í mai fóru niður til tiltakið Global Marijuana March, byrjaði DR at fylgja føroysku valevnunum. DR dámdi væl søguna um Framtakið og spurdi so, um føroyingarnir vóru áhugaðir í, at eitt sjónvarpslið kom til Føroya at fylgja flokkinum upp til valið.
Ætlanin var, at dokumentarurin skuldi vera í fleiri pørtum, men nú kemur alt í einum parti.
##med2##
Sí eisini DR ger dokumentarrøð um Framtakið