SÍ bukaði KÍF

Við at geva KÍF fyrsta tapið í fimm dystir, helt SÍ fast um góðu støðuna í oddinum

FLOGBÓLTUR

Leygardagin møttust helst sterkastu liðini í meistaradeildini hjá kvinnum júst nú, tá SÍ tók ímóti KÍF. SÍ var ósigrað í fimm dystum undan dystinum móti KÍF, meðan KÍF ikki hevði tapt í fýra dystum undan spennandi dystinum leygardagin.
Dysturin ímillum SÍ og KÍF bleiv tó ikki tað helt stóra upplivilsi, tí SÍ var snøgt sagt nógv betra liðið henda dagin.

SÍ betri frá byrjan
Kvinnurnar úr Kollafirði tóktust slett ikki vera vaknaðar, tá teir møttu upp í høllini í Sørvági leygardagin. Tað var heimaliðið, SÍ, hinvegin, og í fyrsta setti lupu tær avstað. Tær løgdu seg á odda mest sum alt fyri eitt, og tær lótu ikki KÍF fáa eitt bein fyri seg hetta settið. Sum settið leið, gjørdist leiðslan bara størri og størri, og at enda hevði SÍ vunnið heili 25-12.
Hetta vildi KÍF tó ikki hava liggjandi á sínum herðum, og í øðrum setti vóru tær nógv betri við. Nú løgdu tær seg á odda tíðliga í settinum, og spakuliga øktu tær um munin. Móti endanum gjørdist greitt, at her fór KÍF at vinna, og SÍ megnaði heldur ikki at koma aftur í hesum settinum. KÍF vann annað set 25-18, og so var aftur púra opið.

SÍ vísti stórspæl
Hevði nakar væntað ein spennandi dyst nú, so fóru tey skeiv. Í triðja setti var SÍ aftur nógv betra liðið, og enn einaferð løgdu tær fyri sum eitt ódnarveður. Munurin millum liðini bleiv bara størri og størri, og at enda hevði SÍ vunnið ein knúsandi 25-10 sigur í triðja setti.
Og í fjórða settinum varð arbeiðið gjørt liðugt. SÍ streyk avstað, og tó at KÍF nú var betri við, so megnaðu tær ikki at steðga SÍ, sum við enn eltir oddaliðið, ÍF. við einum dysti færri eru tær bara eitt stig aftan fyri oddaliðið.