Søbstad fær ongan sáttmála

Stig-Roar Søbstad spælir ikki við B36 í 2011. Tað er framvegis óvist, um Dmitrije Jankovic heldur fram

Norski framherji, sum flutti til B36 í summar, var eingin fongur hjá árstalsfelagnum. Hann skeyt einki mál í teimum sjey landskappingardystunum, hann spældi fyri B36 í seinnu kappingarhálvu.
Søbstad hevur ikki sannført nevndina um, at hann skal fáa nýggjan sáttmála.
28 ára gamli Søbstad flutti til Føroya, tá hann skrivaði sáttmála við AB á sumri í 2009. Aftaná 27 dystir og 11 mál fyri argjamenn skifti hann til B36.
Sámal Ímundarsson sigur seg vóna, at serbiski Dmitrije Jankovic heldur fram í felagnum. Nevndin er framvegis í sáttmálasamráðingum við verjuleikaran.