Edvard Joensen
Tað kostaði skiparanum á Sæborg úr Leirvík 150.000 krónur at vera staddur ein góðan hálvfjórðing inni í kassa »i« á Mýlingsgrunninum, samstundis sum vaktarskipið Gorm kom framvið leygarkvøldið.
Manning av Gorm fóru umborð á Sæborg umleið klokkan 21.30, skiparin fekk boð um at fylgja við til Havnar, tí skipið trolaði innan fyri mark.
Skiparin fekk eitt sektaruppskot frá fútanum, sum hann tók við, og skipið kundi so fara avstað aftur.
Skiparin fekk 60.000 krónur í bót fyri at fiska ólógliga. Veiðan varð mett til 15.000 krónur og reiðskapurin til 75.000 krónur. Hetta slapp skiparin at keypa aftur.
At veiðan bert var mett til 15.000 krónur komst av, at túrurin var júst byrjaður, og tí var so lítið í lastini.