SÍ bardi seg til sigurs

KÍF líktist einum greiðum vinnara í dystinum ímóti SÍ í meistaradeildini hjá kvinnum, men síðstu settini megnaði SÍ at venda dystinum

KÍF-SÍ 2-3 (25-21, 25-21, 21-25, 21-25, 13-15)


Seinast KÍF og SÍ møttust í landskappingini var seinni dysturin í grundspælinnum, tá liðini bæði brustu saman í Sørvági. Tann dysturin var sera spennandi, og at enda eydnaðist sørvágskvinnum at vinna 3-2.
Í vikuskiftinum brustu hesi liðini saman aftur, men nú var dysturin í Kollafirði. Undan dystinum vóru liðini at finna í hvør sínum enda á stigatalvuni. SÍ var í oddinum, meðan KÍF var at finna í botninum.
Heimaliðið legði tó betur fyri. KÍF-kvinnurnar virkaðu sera væl upplagdar henda dagin, og teimum eydnaðist eisini at vinna fyrstu tvey settini. Fyrsta sett endaði 25-21, og í øðrum setti vunnu tær eisini 25-21.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vend kom í
Í triðja setti var annars líkt til, at KÍF skuldi vinna trygt. Tær løgdu fyri sum eitt óløgi, men knappliga raknaði SÍ við. Eftir at hava verið aftanfyri við 6 stigum vunnu sørvágskvinnur støðugt inn á KÍF, og at enda vunnu tær eisini settið 21-25.
Í fjórða setti var SÍ aftur oman á. Her førdu tær at kalla allan vegin, og at enda gjørdust tær eisini drúgvari hetta settið, sum tær enn einaferð vunnu 21-25.
Nú var aftur púra javnt, og ein javnbrótari skuldi til fyri at finna ein vinnara. Aftur dró SÍ longra stráðið, tá tær vunnu 13-15. Sostattt vann SÍ dystin, og við sigrinum halda tær enn fast um oddin.