Flogbóltur
Tað tykist nú, sum er spurningurin bara, hvør skal vinna silvur og bronsu í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum. Í øllum førum er ikki líkt til, at nakað av hinum liðunum kann gera nakað við SÍ, sum aftur økti um sína leiðslu um vikuskiftið.
Talan var hesa ferð um dupult-umfar hjá SÍ, og leygardagin høvdu tær als ongar trupulleikar av TB. Sunnudagin var grannauppgerð móti Drátti á skránni, og her mátti SÍ arbeiða nakað nógv harðari fyri stigunum, men við 3-2 sigrinum prógvaði liðið enn einaferð, at tær betur enn hinar megna at halda høvdið kalt, tá trýstið verður stórt.
Við sigrinum er SÍ nú 12 stig framman fyri næstu liðini, og tí er illa hugsandi, at nakar fer at taka SÍ aftur í ár. Hinvegin er stríðið um silvur- og bronsukrónurnar knallhart. Dráttur, Fleyr, Mjølnir og ÍF amast øll uppi at hvørjum øðrum, og ein sera avgerandi dystur í hesum verður í kvøld, tá Fleyr vitjar á Kambsdali hjá ÍF.










