Landsstýrismaðurn í fiskivinnumálum er nú í ferð við at orða arbeiðssetningin til ein bólk, sum skal setast at viðgera okkara framtíðar fiskivinnu. Ætlanin er, at nevndin skal vera liðug einaferð í vár, so at møgulig fíggjarlig árin kunnu takast við, tá ið samgongan næsta vár skal leggja fíggjarmarmarnar fyri 2012.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur víst á, at endamálið er, at ein nýggj skipan skal setast í verk í 2012.
Men Jacob Vestergaard staðfestir, at tað er ikki vist, at tað verður so.
Tað kann vera tá, men tað kann eisini verða í 2018, tá ið øll fiskiloyvi annars verða drigin inn aftur, sigur hann.
Í øllum førum er endamálið at útvega neyðuga tilfarið so at vit hava nakað at taka støðu til, men tað er ikki politiskt viðgjørt um tað skal vera í 2012 ella seinni, kanska í 2018.
Hann sigur, at endamálið við arbeiðsbólkin er at samansjóða sjónarmiðini hjá lívfrøðini og vinnuni, so at politiski myndugleikin fær eitt tilmæli at hugsa um, tá ið fiskiskapurin skal leggjast til rættis.
Men ætlanin er eisini at fáa búskaparfrøðina upp í at at kanna eftir fyri at fáa eina samlaða meting av, hvussu fiskivinnan best verður skipað í víðastu merking.
Í hesum sambandi verður hugsa um hvussu teir ymsu bólkarnir skulu skipast, um umsetiligheit, um dagar, kvotur, loyvir o.s.fr.
Spurningurin um tilfeingisgjald verður sjálvandi ein partur av tí arbeiðnum.