Sáar enn iva um Marknagilsdepilin

MARKNAGILSDEPILIN Bjørn Kalsø setir nú sítt álit á, at Tórshavnar skal bjarga Skúladeplinum í Marknagili

Enn er óvist um skúladepilin í Marknagili verður bygdur.
Tað ásannar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Hann fer nú at leggja tilmæli frá Landsverki fyri ein samgongufund, sum verður seinni í hesi vikuni.
Landsverk mælir til at játta 64 milliónir krónur afturat til verkætlanina og samstundis verður staðfest, at tað ber ikki til at spara meiri, uttan at oyðileggja skúlan.
Men landsstýrismaðurin ásannar framvegis, at fíggjarkarmarnir eru øgiliga trongir og at hann ikki veit um politisk undirtøka verður fyri at finna 64 milliónir afturat til verkætlanina
- Tað er ein spurningur, hvussu vit fáa alt at hanga saman, sigur hann.

Útreiðsluneutralt
Hansara vón er, at Tórshavnar Býráð letur eina hjálpandi hond og keypir handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði.
Í øllum førum ætlar landstýrismaðurin at lýsa bygningarnar til sølu og so vónar hann, at Tórshavnar Býráð, ella onkur annar, bjóðar sær til at keypa fyri ein nøktandi prís.
- Í hesum sambandi vónar hann at kunna selja teir fyri ein prís, sum er so nær við tær 64 milliónirnar, sum mangla í Marknagilsdepilin, sum gjørligt.
Talan er um bygningar, sum liggja væl fyri og sum eru í góðum standi, sum heild, so vit fara ikki at selja teir, uttan at vit fáa ein góðan prís fyri teir, leggur hann afturat.
- Prísurin, vit fáa fyri bygningarnar, skal helst vera so mikið góður, at tað slepst undan at biðja Løgtingið um eykajáttan, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Men so hevur tað eisini verið upp á tal, at Tórshavnar Kommuna kann leiga seg inn í Marknagilsdepilin, tá ið hann annars ikki verður brúktur til skúla.
Tað er eisini ein møguleiki, heldur Landsstýrismaðurin.
Men hann staðfestir, at tað skal vera tað almenna, sum byggir og eigur skúlan fult og heilt, og ikki Tórshavnar Kommuna.
- At kommunan so fær loyvi at brúka skúlan, tá ið hann annars ikki verður brúktur, er nakað annað, sigur hann.

Leita eftir avlopi
Bjørn Kalsø sigur, at kanska ber eisini til at fáa pening, sum er settur av til aðrar verkætlanir, men sum ikki verða brúktur, til Marknagilsdepilin.
Hann vónar at frætta aftur frá Tórshavna kommunu heilt skjótt.
- Verður eykajáttanin til Marknagilsdepilin ikki nøkunlunda útreiðsluneutral, verður tað torført at fáa politiska undirtøku fyri at játta meiri pening til endamálið, sigur Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin sigur, at heldur ikki hevur hann gjørt upp við seg sjálvan um hann er nøgdur fyri trygdina, hann hevur fingið um, at hendan kostnaðarmetingin fer at halda.
- Tann spurningin fari eg at viðgera saman við umsitingini í Mentamálaráðnum, sigur hann.
- Talan er um so stórar upphæddir, at tað hvørki kann ella skal henda, at tað verður neyðugt at fara í Løgtingið einaferð afturat eftir eini eykajáttan til skúlan.
Hinvegin staðfestir hann, at uppi í kostnaðarmetingini er rættiliga fitt sett av til óvæntaðar útreiðslur.

Fakta
Soleiðis mælir Landsverk til, at sparingarnar kunnu gerast í Skúladeplinum í Marknagili.

Minka samlaðu rúmvíddina umleið 2.000 m2. Hetta merkir m.a., at skúlastovurnar, sum skuldu vera 69,4 m2, nú vera 65,5 m2

Samlaða bygningshæddin lækkar 3,8 metrar.

Bygningur G, sum er ein installatiónsbygningur, ið liggur atskildur frá skúlanum, verður sleptur og lagdur inn í høvuðsbygningin.

Taka burtur eini 20% av glasfasaduni og brúka annað tilfar. Hetta kann gerast uttan at broyta skap og snið á bygninginum.

Broyta ventilatiónsskipanina til eina einfaldari loysn, sum svarar skipanina í Ósaskúlanum í Klaksvík.

Fremja ymiskar sparingar í el-arbeiðstøkuni. T.d við at minka talið av streymboksum í gólvinum.

Broyta yvirflatur á gólvi, veggjum og lofti til eina bíligari loysn, men sum livir upp til ásettu krøvini.

LES EISINI: Marknagilsdepilin fer at kosta 515 milliónir.