S&K bøtir um hølisviðurskiftini

Húsini hjá S&K felagnum á Traðarvegnum í Havn verða nú umbygd. Higartil hevur felagið havt skrivstovu í kjallarahæddini, og leigað aðrar partar av húsinum út

Tá liðugt er at umbyggja, er ætlanin at felagið skal brúka øll húsini, sum tá verða um 160 fermetrar. Roknað verður við, at arbeiði verður liðug í februar mánað.
Felagið hevur skrivstovuavgreiðslu yrkadagar á Traðavegi 20 - frá kl 9?12, og hevur telefon 316837 & 216837.
Møguligt er eisini at senda felagnum teldupost á: skfelag@post. olivant.fo
Á skrivstovuni arbeiða Svanna Højgaard Joensen, og Marjun Petersen, sum er bókhaldari.
Felagið hevur eisini tikið stig til at bøta um samskifti við limirnar á internetinum. Í hesum sambandi er eitt kjakforum tikið í nýtslu á heimasíðu felagsins: www.s-k.fo
Nevndin metir, at tað er umráðandi at hava gott samskifti við limirnar og vónar, at limirnir taka væl ímóti kjakforum felagsins.
Nevndarlimir felagsins eru: Emy Sólvitsdóttir, Jan Nielsen, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Jóngerð Næs Vang. Formaður er Pætur Niclasen.
S&K-felagið er landsfelag fyri tey, sum arbeiða á skrivstovu og í handlum í Føroyum.