Síðan hjá Sjúrði

Kristian Magnussen
Valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið
?

Á forsíðini á heimasíðu síni hevur Sjúrður Skaale ein boðskap, ið skal lýsa veruleikan, sum hann vil hava okkum at fata hann. Tað snýr seg um ráðstevnuna, "Høvdið á blokkin" , ið var hildin á Christiansborg síðsta vár. Henda lýsing hansara er í besta fall bert hálvur sannleiki og harvið í hvussu er hálv lygn.
Snildur sum hann heldur seg vera, avmarkar hann sína lýsing til bert at umfata tað sum var á tí formellu ráðstevnuni á Christiansborg, meðan millum annað tað sum varð sagt í donskum fjølmiðlum í somu ørindum verður tagt burtur.
Tey sum ynskja eina meira nuanseraða fatan av øllum málinum, ella eina øðrvísi fatan av sannleikan-um kunnu finna hann á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo Leitast kann m.a. í bløðunum nr. 324 og 334.
Men annars er nóg mikið at vísa til TV2 málið, har fyrst TV2 tók tíðindini aftur sum ósonn og síðan hevur Kristian Thulesen Dahl, formaður í donsku fíggjarnevndini váttað, at hann gjørdi sínar viðmerkingar á skeivum grundarlag.
Hvat samband Sjúrður hevði við hesi tíðindi og hesa øsing fáa vit kanska eina ábending um á hansara heimasíðu.