Tað hevur gingið væl hjá súkkluliðnum í eyðkendu gulu blusunum at savna saman pengar til stríðið móti krabbameini.
Ikki færri enn 29 sponsorar hava fingið sítt navn á gulu blusurnar, og fyri tað gjalda tey 20.000 krónur í part. Tað gevur 580.000 krónur í sponsorpengum.
Harumframt hevur liðið fingið gávur, bæði pening og útgerð til túrin, umframt at pengar eru savnaðir inn við stórum galladøgurða á Hotel Føroyum og í sending á Rás2.
Enn er ikki gjørt upp, hvussu nógv er savnað inn, men talan er um væl meira enn eina hálva millión krónur, ið fara óskerdar til at hjálpa um hjá børnum við krabbameini og familjum teirra.
Endaliga upphæddin verður avdúkað við tiltaki í heyst, tá føroyska Team Rynkeby fer at handa pengarnar til serliga hjálpargrunnin hjá Krabbameinsfelagnum. Eisini er greitt, at 150.000 krónur fara beinleiðis til Børnecancerfonden, sum er knýttur at krabbameinsviðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum.
Endamálið við Team Rynkeby er at savna pengar inn til børn við krabbameini og familjur teirra, umframt at stuðla gransking innan økið. Samanlagt savnaði átakið góðar 23 milliónir krónur í fjør.
Luttakararnir á føroyska Rynkeby liðnum gjalda sjálvi allar útreiðslur av at vera við. Tey skulu hava eina sera góða og lætta kappsúkklu umframt aðra útgerð, tey skulu hava klæðir og harumframt kemur ferðin til Paris. Tilsamans kostar hetta millum 15.000 og 20.000 krónur. Pengarnir røkka til Paris. Afturat kemur heimferðin, ið luttakararnir sjálvir taka sær av.
Føroyska liðið er bara eitt av 26 liðum við 1153 súkklarum og 285 hjálparfólki úr seks londum. Liðini eru úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Norra, Avstralia og Føroyum.
Í ár er fyrstu ferð, at eitt føroyskt Rynkeby lið er mannað. Seint hóskvøldið fara 35 súkklarar og 10 hjálparfólk umborð á Norrønu, og úr Hirtshals verður kósin sett móti Paris. Túrurin hjá Rynkebyliðnum byrjar tó í Klaksvík - í Rynkeby.
Skráin fyri hósdagin er hendan:
11:00 Túrurin byrjar í Rynkeby, Helnabrekku/Kráarbrekku í Klaksvík
13:00 Rynkeby súkklararnir koma til Runavíkar
14:30 Rynkeby súkklararnir koma til Oyrabakka
17:00 Rynkeby súkklararnir vitja Krabbameinsfelagið í Havn
18:15 Rynkeby súkklararnir vitja Landssjúkrahúsið
19:00 Rynkeby súkklararnir eru á Vaglinum í Havn










