Í morgin byrja Team Rynkeby Føroyar ferðina til París.
Túrurin byrjar í Klaksvík klokkan 10.30, og síðan verður súkklað haðani til Havnar.
- Á leiðini suður vitja Team Rynkeby nakrar av stuðlunum, og klokkan 16.05 verður høvi at heilsa upp á súkklararnar við Margáir.
Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.
- Umboð fyri Sunda kommunu og Team Rynkeby fara at bera fram kvøðu, og kommunan fer at bjóða te, kaffi og lætt ábit.
Í Sunda kommunu siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á súkklararnar við Margáir í morgin.