Fyri løtu síðani fóru nakrir av Rynkiby liðnum, sum vóru komnir á súkklu til Vestmanna avstað aftur úr bygdini.
Teir hava tann seinasta tíman verið til morgunkaffi á kommunuskrivstovuni har borgarstjórin í bygdini, Paula T. Petersen og strvsfólk hansara bjóðaðu kaffi, juse og rundstykkir.
- Hetta var ein sera hugnalig og gevandi løta fyri báðar partar, sigur Pauli .
Pauli leggur aftrat, at hesi, sum skulu súkkla til heilt Fraklands, gera eitt ógvuliga flott arbeiði, tá hugsað verður um, at hetta er til frama fyri krabbameinsrakt.
- Tað var eingin dagskrá, men tosa bleiv bara um leyst og fast, so liðið fekk rinda møðina til framhaldandi túrin, sigur borgarstjórin at enda.










