Rýmdi úr sóttarhaldi í Oslo og smittaði 75

19 ára gamli maðurin hevur fingið sektaruppskot á 30.000 krónur, men hevur ikki góðtikið uppskotið. Tískil kemur málið nú fyri í norskum rætti.

 

 

 

Løgreglan í Noregi hevur givið einum 19 ára gomlum manni eitt sektaruppskot á 30.000 krónur fyri at vera rýmdur av einum karantenuhotelli. Tað skrivar tv2.no, sum hevur fingið innlit í málið.

 

Sjónvarpsrásin veit at siga, at ungi maðurin rýmdi úr einum karantenuhotelli miðskeiðis í Oslo og fór síðan við toki til ein bý í Vestfold í Noregi. Maðurin hevði fingið álagt sóttarhald frá 30. mai til 6. juni.

 

Hin 7. juni varð maðurin staðfestur positivur, og tað vísti seg, at 75 onnur, sum eisini fingu staðfest covid-19, kundu sporast aftur til hin 19 ára gamla.

 

Maðurin hevur ikki góðtikið sektaruppskotið á 30.000 krónur, og tískil kemur málið fyri í norskum rætti hin 2. september, har løgreglan fer at royna at fáa mannin dømdan.

 

- Eg havi ikki snakkað við mannin, og eg havi tískil ongar viðmerkingar til málið, sigur verjin hjá hinum 19 ára gamla, Søren Ø. Hellenes, við tv2.no.