Rýmdi frá óhappi

Ein bilførari rýmdi frá einum óhappi í nátt, men hann slapp ikki langt

Seint í nátt fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Havnini.

 

Boðað var frá, at ein bilur hevði rent á ein parkeraðan bil, men rýmdi frá óhappinum.

 

Men tað eydnaðist løgregluni at taka bilføraran stutt eftir og tá koyrdi hann framvegis.

 

Og tá ið løgreglan kannaði bilføraran, skiltist, at hann hevði kanska havt serligar orsøkir til at sleppa sær til rýmingar, tí tá ið hann skuldi blása í alkometrið, stóð hann ikki rúsdrekkaroyndina.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og fyri at rýma frá einum ferðsluóhappið.

 

Annars var skaðin, ið stóðst av óhappinum, ikki stórur, leggur løgreglan afturat.