Í gjárkvøldið varð ein bilur ákoyrdur í Havn. Men bilførarin, sum koyrdi á, boðaði ikki løgregluni frá óhappinum, tvørtur ímóti rýmdi hann av staðnum.
Óhappið hendi á parkeringsplássinum við Miðlon ímillum klokkan 20.15 og klokkan 20.30 í gjárkvøldið.
Í hesum tíðarbili hevði ein parkera bilin og var farin í Bónus at keypa. Tá ið hann kom út aftur, var bilurin ákoyrdur.
Men tann, sum hevði koyrt á, var rýmdur av staðnum.
Løgreglan sigur, at eingin ivi er um, at tann, sum koyrdi á, hevur varnast tað, tí stoyturin var so harður, at bilurin fekk rættiliga stóran skaða framman.
Bæði kúfangari, skermur og lykt, eru farin á bilinum, sum var rættiliga nýggjur.
Løgreglan vil tí fegin fáa samband við fólk, sum hava sæð nakað á parkeringsplássinum við Miðlon og sum kann hava samband við hendingina.
- Tey, sum elva til skaða í ferðsluni hava skyldu at boða frá, sigur løgreglan.
Tað kostar heldur einki at boða frá, tí allir bilar eru ábyrgdartryggjaðir, so tryggingin rindar fyri skaðan.
|










