Rýmdi frá ferðsluóhappi

Ein bilførari rýmdi leygardagin frá einum ferðsluóhappi, har viðkomandi hevði koyrt út fyri eitt prutl.

Leygardagin fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp við Hvítanesvegin, har ein bilførari hevði koyrt út fyri eitt prutl. Førarin á prutlinum megnaði ikki at steðga, men misti í staðin tamarhaldið á prutlinum, bar við bilin og datt á vegin.


Førarin á prutlinum fekk ongan skaða í óhappinum, men prutlið fór í knús.


Vakthavandi á løgreglustøðini veit ikki, um bilførarin var varugur við óhappið, men upplýsir, at viðkomandi steðgaði ikki á, men koyrdi víðari. Tí heitur løgreglan á fólk, ið vita nakað um málið ella hava sæð tað, at ringja á løgreglustøðina.


Tilburðurin hendi á Hvítanesvegnum um 14.40 tíðina. Bilurin, ið rýmdi frá óhappinum, var ein myrkagráur Golf VW, og er mettur at vera umleið 10 ára gamal.