Tað siga Alexander Samuelsen og Camilla Nissen. Tey hava verið á festivaløkinum síðani klokkan hálvgum tvey, tá tað var ókeypis at koma inn, men fara heim áðrenn tónleikurin byrjar.
- Hetta er ikki sum tað danska veðrið. Vit vilja gjarna hoyra Dizzy Mizz Lizzy og gjalda fegin 700 krónur fyri tað, men vilja ikki satsa uppá veðrið. Her er nakað kalt, og í gjár vóru nakrar avlýsingar, so vit velja heldur at fara heim, og brúka so peningin uppá at hoyra Dizzy Mizz Lizzy onkrastaðni í Danmark, siga tey bæði.
Hetta er fyrstu ferð, at Camilla er í Føroyum og hon letur væl at landinum og festivalinum.
- Her er gott at vera, og tað er fínt at kunna ganga runt her og tosa við fólk, segði Camilla.