Ryggur - bak

Vanligt er at hoyra ella síggja á prenti, at “tað fór kalt niður eftir rygginum” ella at onkur tosar “aftan fyri ryggin” á einum. Eitt virki, ið savnar inn rusk, kunnar um, at hvassir lutir eiga at verða pakkaðir inn, so teir, ið savna inn, ikki fáa skaða, tá ið teir taka posarnar “á ryggin”. Ein stovnur skrivar á heimasíðuni, at bestu ráðini eru at lata pinkubørn sova “á rygginum”. Ein skúli skrivar, at børnini høvdu “nýggja skúlatasku á rygginum.”
Hetta er ávirkan úr donskum. Vit skulu hava í huga, at vit bera okkurt á bakinum, tað fer okkum kalt niður eftir bakinum, vit kunnu bíta ein í bak ella baktala ein og vit kunnu venda onkrum bakið. Vit liggja á búkinum, á liðini ella á bakinum.
Bakið er “bulur á fólki aftan”. Eyðsæð hava vit rygg, men ryggurin er innií á fólki. Ryggurin er geislarnir, ið ganga upp gjøgnum bakið. Vit kunnu hava pínu ella hald í rygginum, vit kunnu vera fatt í rygginum og vit kunnu fetta ryggin.
Eisini fuglur, seyður, ross, hvalur, kópur og onnur djór hava bak. Láturkópur er morgráur um bakið, og vit kunnu siga, at tjaldrið er svartbøkut. Tað kann vera hált sum á kalvabaki, og okkurt kann vera rísið sum skøtubak.
Tað er øðrvísi við neytum. Tey hava rygg, tí hann stendur uppúr. Ein kúgv ella ein kálvur kunnu vera svørt ella reyð um ryggin. Tá kann eisini verða sagt, at t.d. kúgvin er svartryggjut ella reyðryggjut.