Ryder Cup útsett

Ryder Cup verður í ár avgreidd á Celtic Manor golfvøllinum í Wales. Byrja var í morgun, men áhaldandi regn hevur gjørt, at fyriskiparnir hava fyribils steðga spælinum. Skysports viðmerkjarar vænta tó, at spæli heldur fram um ikki so langa tíð.

 

Ryder Cup er ein ?golf dystur? millum USA og Evropa. Liðini velja 12 leikarar, sum síðani skulu kappast í ymiskum golf kappingum. Kappingin var fyri fyrstu ferð í 1927 og er síðani blivin til tað hon er í dag.

 

Kappingin er annaðhvørt ár(96, 97, 99), men í 2001 var kappingin útsett vegna 9/11 álopini, til árið eftir(02, 04, 06). Tí er kappingin í ár.