Ryan Mason er útskrivaður frá sjúkrahúsinum

Tað sá ógvuliga álvarsamt út, tá Hull leikarin, Ryan Mason, mátti av vøllinum við børu, tá Hull á útivølli spældi móti Chelsea fyri stuttum

Tað sá ógvuliga álvarsamt út, tá Hull leikarin, Ryan Mason, mátti av vøllinum við børu, tá Hull á útivølli spældi móti Chelsea fyri stuttum. Serliga sá tað so álvarsamt út, tí at Ryan Mason hevði kraga um hálsin, umframt eitt tól at geva honum ilt við. Ryan Mason fór beinleiðis á sjúkrahúsið eftir dystin, har tað leingi ljóðaði at hann var í lívsvanda, av tí at hann bæði hevði fingið kraniubrot og heilabløðing.

 

Men nú er Ryan Mason útskrivaður frá sjúkrahúsinum. Hetta boðar Hull City frá í einum tíðindaskrivi, sum var sent út fyrr í dag.

 

- Ryan Mason fer at halda fram við at koma fyri seg, og fer at byrja tey fyrstu stigini í endurvenjingini heima við hús. Hull City ynskir at takka øllum, sum hava hjálpt Ryan Mason, og hava verið um hann hesa tíðina, skrivar felagið.

 

Heilsur og góðynski í túsindatali eru streymaði inn til Ryan Mason og familju hansara seinastu tíðina, og tað eru Ryan Mason og familja hansara sera fegin um.