Ryan hartaði Obama

Varaforsetaevnið hjá republikanarunum í USA, Paul Ryan, helt í nátt røðu á landsfundi floksins, og sum væntað brúkti hann meginpartin av tíðini til at finnast at verandi forsetanum, Barack Obama, og stjórn hansara.

Ryan segði, at búskaparpolitikkurin hjá Obama er fullkomiliga miseydnaður, og at nógv verður broytt, um hann og Mitt Romney koma til valdið. Hann segði, at teir báðir fara ikki at skáka sær undan torførum avgerðum ella at útseta trupulleikar til næsta valskeið.

Condoleezza Rice, fyrrverandi uttanríkisráðharri, var eisini á røðarapallinum í Tampa í nátt, og hon segði Mitt Romney vera tann rætta mannin til at leiða USA. Rice var uttanríkisráðhari hjá George Bush yngra, og hon er tann einasti av teimum týdningarmiklu Bush-ráðharrunum, sum er á fundinum í Tampa.