Ryan Gosling og Winding Refn steðga samstarvi

Teir báðir Ryan Gosling og Winding Refn hava í mong ár havt eitt tætt samstarv, men nú fara teir at steðga tí samstarvi, hóast ætlanin var, at teir nú skuldu fara undir ein nýggjan film.

 

Filmsframleiðarin Nicolas Winding Refn, og sjónleikarin Ryan Gosling hittist í samband við filmin Drive frá 2011, og síðani hava teir gjørt filmin Only God Forgives, sum verður at síggja á tí hvíta skíggjanum í 2013.

 

Ætlanin var, at teir skuldu halda fram við filminum Logan's Run, men soleiðis verður kortini ikki.

 

Filmsblaðið Variety skrivar á Twitter soleiðis:

 

"Ring tíðindi fyri Logan's Run fjepparar - eg kann vátta, at Ryan Gosling ikki er við í verkætlanini kortini".

 

Í staðin skal Ryan Gosling leikstjórna filmin How to Catch a Monster næsta ár.

 

Hetta veit heimasíðan hjá danska Politiken í dag.