50 ára gamla Manchester United legendan, Ryan Giggs sum í sínari tíð vann Premier League á 13 sinnum og Champions League á tveimum sinnum hevur fingið nýtt starv.
Giggs skal vera ítróttarstjóri hjá liðnum, Salford City sum spælir í League Two, ið er tann fjórðbesta fótbóltsdeildin í Onglandi.
Salford er í løtuni fimtaftast í deildini við 40 stigum. Átta stig eru niður til niðurflytingarstrikuna. Í fjør endaði Salford á einum sjeynda plássi.
Saman við gomlu liðfeløgunum í Manchester United, Nicky Butt, Gary Neville, Phil Neville, Paul Scholes og David Beckham er Ryan Giggs ein av eigarunum hjá Salford City.
Seinasta starvið hjá Ryan Giggs var sum waliskur landsliðsvenjari millum 2018 og 2022.











