B36 skal í morgin spæla móti Besiktas í Istanbul. B36 tapti fyrra dystin fyri turkiska stórfelagnum 2-0. Ein av kendastu spælarunum á vøllinum í Gundadali, mundi verða fyrrverandi spælarin hjá Ajax og Liverpool, Ryan Babel.
Hoyr samrøðuna við Ryan Babel við at trýsta á pílin undir myndini
Hann helt eftir dystin fyri, at áskoðararnir gjørdu dystin til eina góða uppliving. Hann fegnast um, at Besiktas ikki kom í trupulleikar á máltalvuni, og rósti B36 fyri at royna at skora allan dystin.
- Hetta var ein góð uppliving. Áskoðararnar gjørdu tað til eina góða uppliving. Okkara mál var, at vit ikki máttu koma í trupulleikar. Vit høvdu greinað B36 væl. Vit vistu, at teir vóru kropsliga væl fyri, sterkir í luftini og upp á deyðbóltar. Tí var týdningarmikið, at teir ikki sloppu tætt upp á málið hjá okkum, sigur Ryan Babel við FM1.
Graslíkið argaði
Hann hevur spælt á grasi alt sítt lív, so hollendski vongurin var ikki so glaður fyri undirlagið á vøllinum.
- Vit høvdu fyrireikað okkum væl. Seinastu dagarnar hava vit vant á graslíki, men tað er ikki nakað, sum eg hevði vilja spælt á regluliga. Men vit komu allir av vøllinum uttan trupulleikar, sigur Ryan Babel og leggur afturat:
- Tað eru ongir lættir dystir longur. B36 er væl skipað í verjustøðu og verja væl. Á pappírinum eru vit favorittar, og tað vita vit væl. Í løtuni er støðan til okkara fyrimun, og seinni dysturin er í Istanbul, har vit kenna okkum heima, sigur Ryan Babel við FM1.
Hann leggur afturat, at B36 skal hava rós fyri at royna at skora allan dystin, men heldur eisini fyri at tað ikki var so óvæntað, tá liði nú var aftanfyri.
Hyggur enn eftir Liverpool
Ryan Babel spældi við Liverpool frá 2007 til 2011. Hann byrjaði væl, men í takt við at Liverpool kom í eitt nú fíggjarligt óføri, so bleiv luturin hjá hollendinginum minni og minni.
- Eg haldi framvegis við Liverpool og síggi hvønn dyst. Tað hendir av og á, at fjepparar hjá Liverpool koma og heilsa uppá, og vísa virðing fyri tíðini í Liverpool, sigur Ryan Babel at enda.
Besiktas og B36 spæla í annaðkvøld á Vodafone Park í Istanbul í Turkalandi. Dysturin byrjar klokkan 19. In.fo hevur beinleiðis frásøgn.