Vinnararnir gjørdust Albert Dam í Compound-bólkinum og Hans Petur Højgaard í Recurve-bólkinum. Hesir eru báðir úr Ørvi, sum er felagið, sum hevur sínar venjingar í Runavík.
Líkindini vóru rímilig til bogaskjóting á Svangaskarði í morgun, hóast nakað av vindi og rættiliga tjúkkan mjørka seinastu løtuna, tá skipað varð fyri uttandura Føroyameistarakapping í bogaskjóting. Býtt er sundur í tveir bólkar, Recurve og Compound. Menn og kvinnur skjóta saman, tí tað eru enn ov fáar kvinnur til at manna serstaka kapping fyri teimum.
Innleiðandi lá Albert Dam á odda í Compound-bólkinum. Honum á baki vóru Jógvan Niclasen og Sigrid Vang. Bara trý stig skiltu teir báðar fyrstu, meðan eitt glopp var aftur til hinar skjúttarnar.
Í finaluni hittust teir báðir fremstu, og Føroyameistari 2009 gjørdist Albert Dam.
Bronsuna vann Magnus Andreassen.
Innleiðandi í Recurve lá Hans Petur Højgaard á odda og Annika Vang við fáum stigum á øðrum plássi. Rættiliga fitt aftanfyri tey bæði vóru Eirikur í Jákupsstovu og Jógvan Magnus Andreasen á triðja og fjórða plássi.
Í Recurve fór sterkasti skjúttin innleiðandi eisini allan vegin. Í finaluni hitti hann Anniku Vang. Tey eru bæði úr Ørvi. Hans Petur Højgaard vann dystin við átta stigum, tá kom til stykkis. Tí er hann Føroyameistari í Recurve.
Bronsuna vann Jógvan Magnus Andreasen úr Vágaskoti.
Fimm nýggj met vórðu skotin.
Annika Vang setti tvey nýggj met á 70 metrum. Hetta gjørdi Magnus Andreassen somuleiði og Sigrid Vang setti eisini eitt met.