Úrvalstiboð til tey sum vilja meir

Møguleiki verður fyri at samantvinna miðnámsskúla, arbeiði og fótbóltin

Fótbóltssambandið fer aftur komandi skúlaár at bjóða ungdóminum, sum vilja meira við fótbóltinum, eitt tilboð, har møguleiki verður fyri at samantvinna miðnámsskúla, arbeiði og fótbóltin.

Hetta er eitt tilboð, har teir bestu fótbóltsspælararnir fáa møguleikan at venja saman við teimum bestu spælarunum í teirra aldursbólki. Hetta er ein liður í arbeiðnum hjá FSF at geva teimum, sum vilja meiri við fótbóltinum, ein tilboð. Tilboðið verður bjóðað á Miðnámi á Kambsdali, HF-skeiðnum í Klaksvík, Tekniska skúla í Klaksvík og á Miðnámi í Suðuroy.

- Endamálið við FSF Úrvalstilboðnum er at geva leikarum við góðum fótbóltsførleikum, og sum vilja nakað meira við fótbóltinum, tilboð um tvær morgunvenjingar um vikuna á høgum stigi. Tilboðið er í samráð við skúla, arbeiði og avvarandi feløg. Við hesum vilja vit skapa karmar til ambitiøsar leikarar, sum vilja røkka stórum málum, um tað so er at gera mun í lokalumhvørvinum, at spæla í bestu deildunum, at koma á A-landsliðini ella enntá at blíva yrkisleikari uttanlands, skrivar Fótbóltssambandið.

 Tvær venjingar um vikuna

FSF Úrvalstilboðið fyriskipar venjing tvær ferðir um vikuna. Tað verður týsdag og hósdag frá klokkan 08:00 til 09:30. Talið av venjingum kann verða tillagað til venjingarmongdina í feløgunum í ávísum tíðarskeiðnum. Eitt nú frá januar til mars, tá nógv fysisk venjing ofta er á skrá.

- Venjingin verður skipað av vælútbúnum venjarum, og venjingarætlanirnar verða lagdar til rættis av fótbóltsmennarunum í FSF. Eyðkenni fyri umhvørvið er: dygd á øllum økjum - hugburður, innsatsur og vilja - gleði og samanhald - ábyrgd og trivnaður.

Málbólkurin

Málbólkurin hjá Úrvlastilboðinum eru spælarar í aldrinum 16 til 20 ár. Til skúlaárið 2020/21 verða í stóran mun næmingar, sum ganga á 1. ári á miðnámsskúlunum, upptiknir. Tó er møguleiki fyri, at næmingar, sum eru komnir longri í útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir – hetta metir miðnámsskúlin um í hvørjum einstøkum føri, boðar Fótbóltssambandið frá.

 Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á tilboðnum. Í hesum førum hevur spælarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, so spælarin kann møta til venjingarnar til ásettu tíð.

- Venjarar á FSF Úrvalstilboðnum gera eina meting av innkomnu umsóknunum, og gera av, hvørjir leikarar verða upptiknir. Hendan tilgongd við útveljing er á hvørjum ári. Møguleiki er eisini at gera útskiftingar leypandi í skúlaárinum, um serlig viðurskifti tala fyri hesum, skrivar Fótbóltssambandið.

Tað kostar 3.000,- um árið at luttka og freistin at søkja til komandi kappingarár er sunnudagin 15. mars 2020, verður eisini sagt.