Øðrvísi vikuskifti fyri strúkarar í Nesvík

Hetta vikuskiftið eru 100 tónleikarar á eini øðrvísi stevnu í leguhúsinum í Nesvík. Tað eru serliga violinir og cello?ir sum verða at hoyra hesar dagarnar.

Tað er ein áhugabólkur við violonlærarunum og møðgunum báðum, Anette og Angeliku Nielsen saman við prestinum Sverra Steinhólm, sum hava tikið stig til hetta tiltakið.

- Hetta er ein roynd at vita, um ein kann fáa børn og foreldur saman um tónleikin undir øðrvísi umstøðum, vísir Sverri Steinhólm á.

Legan byrjar í dag og endar við eini konsert í Norðskála kirkju í morgin, sunnudagin kl. 16.