Allir flokkar fáa innivist í Rex, har teir sleppa at hitta veljaran. Talan verður ikki um ein vanligan valfund, har politikarar sleppa til orðanna, men eitt øðrvísi kvøld har, flokkarnir kunnu gera seg sjónligar í sínum egna bási í Rex. - Hetta er veljarans høvi at koma í samband við valevnini – veljarin kann seta spurningar, siga sína hjartans hugsan ella bara savnast um sín flokk. Umboð fyri allar flokkar verða á staðnum, og lovað verður, at nógv verður gjørt burturúr at prýða básarnar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Aftan á valcaféina verður tónleikur við Kim Hansen og Jens Marna Hansen.