Fyrilestur, workshop og konsert verður við donsku Lars Muhl og Githa Ben David í Grønlendingahúsinum í Havn.
Lars Muhl var í 70 og 80´unum eitt kent navn í donskum tónleiki, har hann í nógv ár var í fremstu røð innan popp- og rocktónleikin.
Fyrst í 90´unum slepti hann tónleikavinnuni og hevur síðan verið virkin sum rithøvdundur, fyrilestrar- og skeiðhaldari, og hevur hann í tí sambandinum millum annað granskað og viðgjørt týdningin av aldargamla arameiska málinum, og tann stóra lut tað hevði í gomlu trúðarsamfeløgunum, og hvussu man kann tulka tað í samband við okkara nútíð.
Eisini hevur hann fingist nógv við at greina leiklutin hjá Mariu Magdalenu í tá- og nútíðarinnar andaliga lívi. Hetta eru evnir sum eru nógv frammi í dag.
Bøkur hansara eru umsettar til feiri fremmand mál, og feiri leggjast aftrat.
Githa Ben David hevur eisini eina yrkistónleika- og sjónleikaleið aftanfyri seg.
Hon er konservatoriu-útbúgvin innan saxofonspæl, men fekk síðan áhuga fyri indiskum sangi.
Í síni tíð í India lærdi hon hvussu sangur har var ein partur av andalívinum og hevur síðani fngist við at menna hetta hugtak í Skandinavien. Tað, sum liggur longst frammi hennara virki er tann lekjandi og gevandi megin sangur hevur.
Githa Ben David hevur eisini givið feiri bøkur og fløgur út, og er just sum Lars Muhl ein nógv umbiðin verkseiðshaldari.
Saman hava hesi bæði so fyrilestur, verkskeið og konsert í Grønlendingahúsinum, har tey greiða frá og vegleiða í hesum evnum.
Dagurin endar við konsert, har tey saman spæla og syngja frá teirra komandi felags útgávu.
Tiltakið er 14 mai frá kl. 10.00 - 21.00.