Av tí at ridluskriði er staðfestur á Streymoy og at forða fyri smittuspjaðing, er forboð tískil sett fyri at flyta seyð av Streymoynni.
Av tí sama verður heldur ongin landsseyðasýning á Búnaðarstovuni í Kollafirði í ár.
Tað er loyvi at flyta seyð í Streymoy, men hann sleppur bara ikki av oynni aftur.
Tað er heldur ikki loyvi at flyta seyð úr Fugloy, tí har varð ridluskriði staðfestur fyri fleiri árum síðani.
Men hóast landsseyðasýningin á Búnaðarstovuni ikki verður sum vant, verður hon ikki avlýst fyri tað.
- Ístaðin fyri at savna seyðin á Búnaðarstovuni, er avgjørt, at sýnsmenn fara út í økini at sýna, sigur Búnaðarstovan á síni heimasíðu.
Fyri at vera við í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan fyri, at hann er sýnaður á lokalari sýning av trimum sýnarum, harav tveir skulu vera góðkendir.
Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 12. november
Tríggir góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipari og ein skrivari verða valdir at sýna seyðin.
Men harafturat skal ein eyka sýnsmaður eisini veljast, fyri at gegnið hjá sýnsmonnunum altíð kann vera í lagi.?
Tá ið tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna tríggjar teir vakrastu veðragjólingarnar, tann besta veturgamla veðrin og tann besta veðrin, sum er tvævetur ella eldri.?
Seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 10 fyri ávikavist frammbein, afturbein, horn, ull og heildarmynd.
Seyður nr. 1 2 3, og vakrastu veðrarnir, verða valdir út á Búnaðarstovuni. Sýnsmennirnir koma at hava myndir at styðja seg til, tá teir skulu velja teir vakrastu seyðirnar. ?
Aftan á, at vakrastu seyðir og veðrar eru funnir, skulu sýnsmenninir taka støðu til møguligar úrvalsseyðir millum hesar.
Kann seyður nr. 1 ikki verða úrvalsseyður, kunnu 2 og 3 heldur ikki verða. Úrvalsseyðirnir verða valdir við meiriluta millum teir tríggjar dómararnar.
Fyri at tryggja, at sýnsmenninir altíð eru ógegnigir, eru tiltakssýnsmenn at heita á
- Sýnsmaður, ið er ógegnigur, hevur skyldu at boða samskiparanum frá, so at tiltaksmaðurin kann setast ístaðin, sigur Búnaðarstovan.
Tilvildarlig mynd