Øðrvísi og søguligt barnatiltak á G!

Barnatiltakið á G! Leygadagin verður eitt øðrvísi tiltak, enn vanligt hevur verið. Tiltakið eitur Sigmund og Tróndur og er ein søguferð, ið byrjar í ár 1000


Vanligt er at hava stórt barnatiltak á G!, og í avgjørdu fyrireikararnir at gera heilt nógv burturúr. Angela Petersen er høvuðsfyrireikari, og eins og undafarin ár verða Angela og Hannebal at síggja, men umframt eru leikarar úr Sjónleikarhúsinum, bláír menn, Rógvi og drekin og so eru djór eisini við, t.d. geitalomb.

Angela Petersen sigur, at talan er um eina ferð í søguni. Byrjað verður í ár 1000, og fólkini á Spæliplássinum eru klødd sambært hesum, eins og staðið annars er sett aftur í søguna. Ymsir verkstaðir eru eisini, har til ber at gera eitnú prýðislutir.

Leikbólkur úr Sjónleikarhúsinum framførir, og Sigmundur og Tróndur eru høvuðsevnið í leikgongdini. Teir berjast sum leikurin gonur, flytir tiltakið seg.

Byrjað verður klokkan 12:00 og síðani verður flutt omaneftir, fyri at enda á Sandinum klokkan 15:00.


Skattaveiða

Angela er frásøgufólk, men eisini Hannebal fær innivist. Tá skattaveiðan byrjar klokkan 14:00, flytur leikgongdin fram til 2011. Tá koma bláir og dansandi menn inn í myndina, eins og Hannebal og nissur. Eisini koma Rógvi og drekin við og ikki at gloyma djór, t.d. geitalomb.

Sigmundur og Tróndur enda niðri á Sandinum við einum sonnum bardaga, ið hevur alt,ið hoyrur slíkum bardaga til.

-Talan er um eina samanhangandi leikgongd. Hetta er ein roynd at gera eitt øðrvísi barnatiltak á G!, nú vit annars hava verið við í so mong ár, sigur Angela Petersen.

Alt tiltakið kostar 175 krónur. Tiltakið byrjar klokkan 12:00 og endar klokkan 15:00. Av øðrum á G!, ið hevur áhuga hjá børnum, kunnu nevnast hoppiborgir og ponyríðing.