Øðrvísi kvøld fyri kvinnur

Mánakvøldið verður eitt heldur øðrvísi kvinnutiltak í Meinigheitshúsinum í Havn. Á hesum tiltakinum fer nevniliga Sieng Lai úr Kambodia at luttaka, har hon fer at siga frá ymiskum viðurskiftum í heimlandi hennara.

Hon fer m.a. at tosa um støðuna hjá kvinnunum í landinum í síni heild, og eisini um kirkjuna har.

Sieng Lai er gift við Timothy, ið er prestur í eini kirkju, sum arbeiðir bæði við at stovnseta nýggjar samkomur, men sum eisini hevur privatskúlar og barnagarð.

Kambodiansku hjúnini koma til Føroyar í samband við ársmøti hjá Heimamissiónini. Tey koma at ferðast ymsastaðni runt landið.

Og mánakvøldið kl. 19 verður altso eitt tiltak fyri kvinnur í Meinigheitshúsinum í Havn.