Danska úrvalskórið The New Voxnorth hevur tvær konsertir í dag. Klokkan 16 verður konsert í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, og kl. 20 hevur kórið konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
The New Voxnorth er tað fyrsta rytmiska kórið í Danmark, har øll hava tónleikin sum yrki. Tey hava fyri stuttum verið konsertferð bæði í Danmark og í Týsklandi. Íblásturin er ymsa staðni frá, men serliga hava rytmurnar hjá amerikumanninum Bobby McFerrin givið teimum íblástur. Tað kendasta hann hevur gjørt er ?Don´t Worry, Be Happy?.
The New Voxnorth hevur verið við á Kórstevnuni 2011, sum endaði í Havn í gjár. Tað er í hesum sambandi, at kórið hevur tær báðar konsertirnar í dag. Leiðari hjá kórinum er Jim Daus Hjernøe, sum er fyrsti professari í rytmiskum tónleiki í Danmark.