Soleiðis kann sangskráin til konsertirnar hjá nýggja kórinum Tarira lýsast í stuttum. Komandi vikuskifti verða tvær kórkonsertir við einari skrá, ið spennir víða. Bæði í tíð, landafrøði og tónaseting.
Á skránni eru 12 sangir og verk. Byrjað verður í Noregi við tveimum friðarligum og yndisligum verkum. Lite Bane, ein barnavísa og Peace I leave with you, ið kemur undir heitið kærleikssangur. Síðan koma tvey løg av Paula Hansen, ið sjálvur syngir við í kórinum. Speglingar við orðum eftir Róa Patursson og Kredda Tróndar, sum Mikkjal á Ryggi hevur umskrivað eftir yrking hjá Tróndi í Gøtu. Løgini eru ávikavist frá 2002 og 2001.
Úr Íslandi hoyra vit lagið Smávinir Fagrir, ið ikki er ókennt í føroyska kórheiminum.
Tarira fer at syngja tríggjar sangir av Vagn Holmboe, við føroyskum teksti. Talan er um Gras, Náttarfriður og Heyst.
Renesansutíðin er umboðað við tveimum verkum: Ave Verum Corpus eftir William Byrd (1543-1623) og Crucifixus av Antonio Lotti (1667-1740).
Kórleiðarin sjálvur hevur skrivað lagið til yrkingina hjá Karsten Hoydal: Sig mær, hví er foldin føgur.
Seinasta verkið á skránni er En ny Himmel och en ny Jord eftir sviganum Sven-David Sandstrøm við teksti frá opinbáringini. Verkið er frá 1981 og tað hoyrist, at her verða gingnar nýggjar leiðir. Verkið byrjar róligt og einfalt. Men skjótt gerðast ræddirnar nógvar og tær líkasum sveima rundan um hvørja aðra. Endurtøkur og variatiónir mennast sum frá líður og sangurin veksur í styrki. Brádlig temposkift bróta verkið upp í partar. Verkið hevur ein heldur sjálvsaman enda við duldarfullum klangum.
Tarira telir 18 sangarar og er stjórnað av Sunleif Rasmussen.
Fyrra konsertin verður leygardagin 5. apríl í Fuglafjarðar Kirkju kl. 17. Tann seinra sunnudagin 6. apríl kl. 16 í skálanum í Kommunuskúlanum í Havn.
Konsertirnar varða umleið ein tíma.