Øðrvísi føroyskur poppur á myspace

Millum nógvu føroysku tónleikanøvnini á myspace er Jan Rasmussen, ið spælir glaðan sjálvproduseraðan popp, við íblástri frá rokki.

Tónleikurin hjá Jan er sera fjart frá tí, ið vanliga er at hoyra á føroyska tónleikapallinum. Hann kallar tað sjálvur gittargrundaðan popp/rokk og hetta er ein rættiliga góð lýsing av tónleikinum, serliga tí hann nevnur poppin áðrenn rokkin.

 

Jan er 27 ára gamal runavíkingur. Hann lesur medisin í Danmark, og verður eftir ætlan lækni í summar.

 

Hann sigur at hansara størsta passión er at skriva tónleik, ið hann sjálvur tekur upp og framleiður í sínum heimaupptøkuhøli. Jan hevur spælt gittar, síðan hann var tannáringur. Á hansara síðu liggja 4 løg Broken, Falling Leaf, Gone og nýggja lagið, ið júst er lagt á síðuna I Might Find You.

 

Vitja Jan Rasmussen á myspace.com/janrasmussen