- Í ár verður Bátastevnan í Vestmanna á netinum, og vóna vit at føroyingar kring landið fara at hugna sær saman við okkum, frættist úr Vestmanna.
Á eini Bátastevnu skulu sjálvsagt eisini verða bátar, og vóna vit at síggja fleiri bátar á vágni.
Konsertin verður leygarkvøldið frá kl.18.00 – 01.00, og verður stroymd á bs.fo, kvf.fo og umvegis facebooksíðuna hjá Bátastevnuni.
- Vit fylgja tilmælum landsins, og er tað tí ikki møguligt at samlast á økinum á bryggjuni, men ístaðin ber tað til at sita í bili til “drive inn” konsert í fjarstøðu ella heima í stovuni, siga fyrireikararnir.
Vaktarfólk verða á bryggjuni og skipa ferðsluna.
Vælumtóktu Bátastevnubúffarnir verða seldir frá kl.17.00 og kunnu bíleggjast á tlf. 522253 ella 724651 frá fríggjadegnum kl.16.00. Útkoyring í Vestmanna/avheinting verður millum kl. 17.00 og 21.00.
Skráin er hendan:
17.00 – 21.00 Bátastevnubúffar verða seldir á kajøkinum
18.00 – 19.00 Bubu barnatiltak
19.00 – 20.00 Magni Christiansen
20.00 – 21.00 Tinganest
21.00 – 22.00 Jens Marni
22.00 – 23.00 Eyðun, Terji og Kim
23.00 – 24.00 Signar í Homrum
00.00 – 01.00 Dynamit