Øðrvísi bátastevna í ár

Hóast korona hevur ávirkað allar festivalar og stevnur í Føroyum í ár, so var Bátastevnan í Vestmanna hildin í gjár á ein eitt sindur øðrvísi hátt

Vestmenningar hildu í gjár bátastevnu, hóast eingin felags sigling ella dansur á bryggjuni var á skránni. Fyriskipararnir av bátastevnuni høvdu tó funnið upp á ráð, og teir høvdu skipað fyri einum tiltaki við drive-in konsert á havnaøkinum og við sølu av festivalbúffum, sum blivu koyrdir til dyrnar hjá fólki.

Konsertin bleiv somuleiðis stroymd á netinum, og fleiri hundraðtals fólk kring alt landið hugdu. Stór og kend nøvn framførdu, teirra millum Eyðun, Terji og Kim, Tinganest, Dynamit, Signar í Homrum og Jens Marni Hansen.

Nakað av bilum var á havnaøkinum til konsertina, men tey flestu valdu tó at sita framman fyri skíggjan og lurta.

Tað var ókeypis at sita í bilinum á havnaøkinum og lurta, men fólk vóru tó vælkomin at stuðla tiltakinum við at flyta eina peningaupphædd til ungdómsarbeiði hjá VÍF.

Í steðgunum millum framførslurnar var tó framvegis stroymað, og tá var verturin á stroymingini, Jóngerð Nielsen, runt ymsastaðnis í Vestmanna og heilsaði uppá fólk og gjørdi smærri samrøður. Tað hepnaðist serstakliga væl.

Alt í alt ein øðrvísi bátastevna 2020, sum tó gjørdist hugnalig á sín heilt serliga hátt.