Øðrvísi bátahugni í Hvalvík

- Hetta er bátahugni og ikki ein festivalur, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri

Tað, sum bátafólk í Hvalvík/ Streymnesi nú skipa fyri á fjórða sinni leygardagin, er ikki ein bátastevna í kapping við aðrar.
- Vit seta tjald upp á bryggjuni, sum saman við samveruni í bátunum verður karmur um hugna, ið endar við felagssangi til langt út á náttina, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu og eigari av bátinum, Juvel.