Ruud liðugur

Nógvi slaturin kring framtíðina hjá Ruud van Nistelrooy fekk eyka nógva ferð á sunnudagin. Sir Alex Ferguson hevði nevnliga gjørt av, at ungi Giuseppe Rossi skuldi byrja í álopinum saman við Louis Saha. Seinastu tíðina hevur tað elvt til gitingar um framtíðina hjá Nistelrooy, at Saha er tikin framum, tá liðið hjá United hevur verið sett. Hóast hollendingurin aftur í ár gjørdist toppskjútti hjá liðnum við 21 málum, so er hetta eftir øllum at døma ikki nóg mikið hjá Sir Alex, sum eftir dystin málbar seg soleiðis.
 Tað hava verið nakrar hendingar seinastu vikuna, sum fingið meg at ivast í hugburðinum í felagnum. Og til ein somikið týdningarmiklan dyst helt eg bara, at Ruud ikki skuldi vera á liðnum.
Sjálvur fór Nistelrooy beina leið av Old Trafford, tá uppstillingin var kunngjørt, og nú verður roknað fyri víst, at hann ikki verður í Manchester United, tá farið verður undir næsta kappingarár. Hópin av europeiskum stórfeløgunum tykjast eisini vera til reiðar at opna pengapungin, soleiðis at stórskjúttin kann skifta felag.
United vann annars dystin móti Charlton við 4-0, og vissaðu teir sær harvið silvurmerkini í Premier League. Louis Saha skeyt fyrsta av málunum hjá reyðu devlunum.