Um vikuskiftið 6.-8. juni kemur bretski rutumátarin Hugh Jones frá AIMS at vitja Tórshavn Marathon og gera uppmátingar. Hetta er ein liður í at Tórshavn Marathon kann blíva ein altjóða góðkend ruta, og skal rutan mátast fimta hvørt ár.
Rutan byrjar við SMS, har súkklað verður ein ruta í býnum, síðani til Kaldbak at venda og aftur til Tórshavn, har málið er við SMS.
Felagið Bragdið hevur júst limað seg inn í altjóða felagsskapin AIMS og hesum
felagsskapurin gevur út eitt blað (Distance Running), sum kemur út kring allan heimin í umleið 400.000 eintøkum. Blaðið verður m.a. latið til allar luttakarar í London og Berlin marathon. Tað er Robert Vilhelmsen sum er ferðaleiðari hjá Hugh Jones og samskipar Tórshavn Marathon 2008.
Meiri kann lesast um hetta á www.torshavnmarathon.com